Ungmannafelagið Sólarmagn 125 ár

Ungmannafelagið Sólarmagn 125 ár
Sólarmagn er elsta ungmannafelag í Føroyum
Mynd: Niels Jacob Kjærbæk Pedersen  
 
10.03.2020 - 10:45

Ungmannafelagið Sólarmagn varð stovnað 10. mars 1895. Tað vóru systkinabørnini Sverre Patursson í Kirkjubø og Jóannes Dalsgaard Uppi í Stovu á Velbastað, sum tóku stig til at stovna felagið. Felagið varð stovnað í Kirkjubø og varð tí fyrst kallað Kirkjubøar Kjakfelag.

Morgunsendingin hitti formannin, John Dalsgarð, í nýumvældu felagshúsunum á Velbastað. Hoyr samrøðuna her:

1356503

Tá felagið varð stovnað í Kirkjubø fyri 125 árum síðan var endamálið, sum tað sæst í sjálvum navninum hjá felagnum, at vera kjakfelag. Á hvørjum fundi skuldi veljast orðstýrari, at velja evni at tosa um á næsta fundi.

Nú felagið verður 125 ár í ár, arbeiðir nevndin við at leggja eina skrá við ymiskum tiltøkum, sum ætlanin er at hava seinni í ár. Eitt nú verður skipað fyri veitslu fyri øllum limum og øðrum innbodnum í heyst. Harumframt verða limafundir við ymiskum evnum á skránni

Í nevndini fyri Sólarmagn eru í dag John Dalsgarð, formaður, Teitur Heindriksson, næstformaður, Eyðfinnur í Búðini, skattmeistari, Tóki Dalsgarð, skrivari, og Dánjal Petur Jensen. Tiltakslimir eru Hjørdis Heindriksdóttir og Eliesar Rubeksen.

John Dalsgarð, formaður í Sólarmagn

Mynd: Niels Jacob Kjærbæk Pedersen

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. november
Jambalaja - 301124
184448
Leygardag 30. november
Upp á tá - 291124
184433
Leygardag 30. november
Upp á tá - 221124
184431
Leygardag 30. november
Vikan 30. november 2024
184427
Leygardag 30. november
Morgunlestur leygardagur 30.november 2024
184109
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 30. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2) - teknmálstulkað
184426
Leygardag 30. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184422
Fríggjadag 29. november
EM-endaspælið: Føroyar - Sveis
184417
Fríggjadag 29. november
Veðrið
184408
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321