- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rættargangslógin í fólkatinginum
Rættargangslógin í fólkatinginum
Lógin verður avgreidd í vár

Løgtingið avgreiddi rættargangslógina fyri jól. Nú er hon til viðgerðar í fólkatinginum
26.02.2020 - 14:33
Fólkatingið viðgjørdi í gjár uppskotið um nýggja føroyska rættargangslóg.
Uppskotið er farið í Føroyanevndina hjá fólkatinginum. Onnur viðgerð verður 28.apríl og triðja viðgerð 5.mai.
200 broytingar
Uppskotið var viðgjørt í løgtinginum hálvan november í fjør og endaliga samtykt 20.desember.
Lógin kemur í gildi 1.januar 2021. 200 broytingar eru gjørdar í lógini.
Føroysk og donsk embætisfólk brúktu tvey ár um at endurskoða 30 ára gomlu rættargangslógina.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV