Havvindur kann nøkta eltørvin í heiminum 18 ferðir

Havvindur kann nøkta eltørvin í heiminum 18 ferðir
Ein nýggj frágreiðing hjá altjóða orkustovninum, IEA, varpar ljós á menningarmøguleikarnar við havvindi
Um bara havøki tætt við land verða nýtt, so er møguligt at nøkta allan eltørvin í heiminum longu í 2040, sigur altjóða orkustovnurin
 
29.01.2020 - 14:24

Havvindur kann nøkta eltørvin í heiminum 18 ferðir. Tað sæst í eini frágreiðing, sum altjóða orkustovnurin, IEA, hevur gjørt um vindorku.

Orka frá havvindi vaks við einum triðingi frá 2010 til 2018, men hóast tað, so er langt á mál, tí enn er havvindur ikki meir enn 0,3 prosent av heimsins elorku, vísir stjórin í IEA, Fatih Birol á.

Fleiri vælegnað øki funnin

Hóast tað, so hevur orkustovnurin roknað út, at havvindur kann nøkta eltørvin í heiminum 18 ferðir, stendur í frágreiðingini. Millum annað hevur stovnurin funnið øki kring heimin, har vindmyllur kunnu setast upp

Tí verður ríkiligt av streymi eftir teimum metingunum, sigur norski granskarin, John Olav Tande, sum arbeiðir hjá felagnum, Sintef, sambært norska kringvarpinum, NRK.

Eingin roknar við, at so nógv el skal fáast til vega, sum IEA hevur roknað út, men tað er vert at leggja til merkis, at ES hevur sett sær fyri at ein triðingur av elinum í ES, skal koma frá havvindi í 2050, tí tað er einasti háttur at náa málið um at hitin ikki má hækka meir enn 1,5 stig.

Fleiri viðurskifti mugu kannast fyrst

Í frágreiðingini verða eingi lond nevnd, men IEA sigur, at nógv lond kunnu nøkta sín eltørv við havvindi longu í 2040. Tað er ikki neyðugt at seta vindmyllur á havbonin, tað er nóg mikið at hava vindmyllur á flótandi pallum, verður víst á.

80 prosent av vindinum kann fáast í økjum, har dýpið er millum 60 og 2.000 metrar, vísir IEA á. Um bara havøki tætt við land verða nýtt, so er møguligt at nøkta allan eltørvin í heiminum longu í 2040, sigur stovnurin.

Tað eru kortini fleiri viðurskifti sum mugu kannast, tí ógvusligar atfinningar eru longu ímóti vindmyllulundum sum eru settar upp á sjónum, tí tær órógva bæði fugl og fisk, og skotskir fiskimenn siga beinleiðis, at vindmyllur og fiskiskapur ikki kunnu virka saman.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 22. november
Vikuskiftið 22 november 2024
184051
Fríggjadag 22. november
Breddin: Arbeiðið hjá landsstýrismálanevndini
184025
Fríggjadag 22. november
RagnarRokk: Phil Demmel um Category 7
184021
Fríggjadag 22. november
Góðan morgun Føroyar
184019
Fríggjadag 22. november
Morgunlestur fríggjadagur 22.november 2024
183775
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981