Kina hóttir svenska ráðharran í mentamálum

Kina hóttir svenska ráðharran í mentamálum
Kina hóttir við at vísa svenska mentamálaráðharran, Amandu Lind, úr landinum, um hon fer til tiltakið, tá Gui Minhai (mynd) fær virðisløn handaða
 
15.11.2019 - 17:44

Tað sigur sendiharrin, Gui Congyou við TT, og leggur aftrat, at sama er galdandi fyri svenska forsætisráðharran, Stefan Løfven.

Men hóttanin hevði onga ávirkan á Amandu Lind. Fyri einum tíma síðani fór hon til hátíðarhaldið, skrivar SVT í kvøld.

Kinesiska sendistovan hóttir við, at tað fær avleiðingar fyri Svøríki, um stjórnin verður umboðað, tá svenska Pen-Tucholsky-virðislønin verður handað Gui Minhai. Minhai er svenskt-kinesiskur útgervari, og situr í fongsli í Kina. Eftir ætlan skal svenski mentamálaráðharrin handa virðislønina í kvøld.

Stefan Løfven, forsætisráðharri, sigur við svenska kringvarpið, at tey lata seg ikki ræða av hesum. 

Fyrrapartin í dag var kinesiski sendimaðurin í Svøríki neyvari í síni hóttan og segði, at Amanda Lind verður víst úr Kina, um hon luttekur á hátíðarhaldinum fyri Minhai, skrivar TT. Hann legði aftrat, at sama er galdandi fyri Stefan Løfven, forsætisráðharra.

Sambært talskvinnuni hjá Løfven, hevði hann ongar ætlanir um at fara til hátíðarhaldið.

Viðurskiftini millum Kina og Svøriki hava verið spent, - ikki minst orsakað av Gui Minhai. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. februar
Morgunlestur fríggjadagur 14.februar 2025
186669
Hósdag 13. februar
RagnarRokk 13.februar 2025
186373
Hósdag 13. februar
Carl Berglund um Echoes
186371
Hósdag 13. februar
RagnarRokk: Jack Svendsen um III
186368
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497