- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trump váttar at IS-leiðari doyði undir álopi
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/donaldtrump-ap.jpg?itok=Uxt9Bsuw)
IS leiðarin, Abu Bakr al-Baghdadi, hevur latið lív undir einum amerikanskum álopi í útnyrðingspartinum av Sýria. Tað boðaði amerikanski forsetin, Donald Trump frá fyri løtu síðan
Hetta er ikki fyrstu ferð at tíðindi berast um, at Abu Bakr al-Baghdadi er deyður, men hvørja ferð hevur tað vísti seg ikki at passa.
IS-leiðarin var á veg úr Idlib-landslutinum tvørtur um turkiska markið við familjuni, tá álopið varð framt. Donald Trump segði í síni fráboðan, at Abu Bakr al-Baghdadi gjørdi enda á sær sjálvum við eini sjálvmorðsbumbu, tá hann ikki sá nakran annan hátt at sleppa undan amerikanska álopinum. Amerikanarar lupu á við tyrlum, stríðsflogførum, dronum og herdeildum.
IS-leiðarin gjørdist kendur í 2014, tá hann boðaði frá, at islamska kalifatið varð sett á stovn. Tað var eftir, at IS-deildir høvdu tikið ræðið á sýriska býnum Raqqa og irakiska býnum Mosul. Hetta elvdi til eitt stórt hernaðarligt átak at niðurberja IS, og í dag hevur felagsskapurin mist ræðið á øllum týðandi økjum í Sýria og Irak.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, sendi eini boð á Twitter í nátt um, at nakað stórt var hent, og at hann fór at koma við eini fráboðan klokkan eitt í dag. Og nú váttaði hann tíðindini um, at IS-leiðarin lat lív undir amerikanska álopinum í nátt.