- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skjótari at góðkenna heilivág
Heilivágur, sum er góðkendur í Danmark, skal til eina og hvørja tíð vera góðkendur at brúka í Føroyum.
Tað er endamálið við uppskotinum um at broyta lógina um apoteksverkið og heilivág, sum nú er sent til hoyringar.
Í viðmerkingunum til lógaruppskotið stendur, at endamálið er at fáa eina áseting í lógina um apoteksverkið og heilivág, soleiðis at tann til eina og hvørja tíð í Danmark galdandi útgáva av Danske Lægemiddelstandarder, er at skilja sum “føroysk heilivágsskrá”.
Víst verður á, at talan er um eina broyting, sum er neyðug at gera skjótast gjørligt. Broytingin kemur í staðin fyri kunngerðir, sum verða lýstar og koma í gildi í Føroyum, hvørjaferð danska heilivágsskráin verður dagførd.
Lógartænastan í Tinganesi og Heilsumálaráðið eru samd um, at besta loysnin er at fáa eina áseting í sjálva lógina. Lógaruppskotið er sum nevnt sent til hoyringar, og freistin at svara er 22. november.