- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fýra bussar áveg til Havnar úr Klaksvík
Útvarpið hjá Kringvarpinum hevur reportarar umborð á einum av fýra bussum, sum eru ávegis úr Klaksvík til Havnar til dystin, sum byrjar klokkan 15.00 í dag. Rói Clementesen, ein av fyriskiparunum, sigur við Mariu Ziskason í Kringvarpinum, at klaksvíkingar hava spílað seg út til dystin í dag, og nógv atgongumerki hava verið seld undan dystinum.
Rói Clementsen vónar og væntar, at KÍ fer avstað við sigrinum, og hann sigur, at hann vónar ein 3-1 sigur í dag. Í B36 vóna tey sum vera man eisini at vinna. Hannis Egholm sigur við útvarpið, at tey vóna ein sigur í dag, og at tey vænta spenning til seinasta minutt.
Tey eru til reiðar at taka ímóti gestunum úr Klaksvík í B36 húsinum. Tað sigur Heidi Lava Elgeirsdóttir, reportari hjá útvarpinum, sum er stødd í hølunum hjá B36, har upptakt er á skránni.
Útvarpið er byrjað at senda frá fótbóltsumfarinum hendan finaludagin, og sendir framtil seinasta bríksl.