- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fýra ferðsluóhapp seinasta samdøgrið
Fýra ferðsluóhapp hava verið hetta seinasta samdøgrið. Fyrsta ferðsluóhappið var í Funningsfirði klokkan 10 gjáramorgunin, tá ein bilur fór út av vegnum.
Annað ferðsluóhappið var á Hálsi í Sandavági um hálvgum trý tíðina seinnapartin í gjár, tá ein bilur fór út av vegnum. Triðja ferðsluóhappið var á Strondum um hálvgum fimm tíðina seinnapartin, tá ein bilur eisini har fór út av vegnum
Og fjórða ferðsluóhappið hetta seinasta samdøgrið var í gjárkvøldið um seks tíðina, tá enn ein bilur í Vestmanna fór út av vegnum, tá ein seyður leyp út á vegin.
Eingin fólkaskaði var í teimum fýra ferðsluóhappunum, upplýsir løgreglan. Bilurin, ið fór út av vegnum á Hálsi í Sandavági, fór so illa, at pláturnar vórðu tiknar.