- Tíðindi, mentan og ítróttur
– Tey ungu skulu takast í álvara
Svenska gentan, Greta Thunberg, tók øll á bóli, tá hon í vikuni helt eina dundurtalu um veðurlagsbroytingarnar á veðurlagsráðstevnuni hjá ST í New York.
Ymiskt er, hvussu røðan var móttikin kring heimin, og 16 ára gamla gentan hevur fingið ymisk skoðsmál, síðani hon helt røðuna. Bill Justinussen, løgtingsmaður er eisini á aðalfundinum hjá ST.
Hann sigur við Kringvarpið, at tað er ongin ivi um, at tey ungu hava eina sterka rødd, og politikarar eru samdir um, at tey ungu skulu takast í álvara og skulu hava ein tíðandi leiklut í framtíðarpolitikki.
Veðurlagsfrágreiðingin løgd fram á aðalfundinum
– Samanumtikið umboðar Greta Thunberg eitt ættarlið, sum fortelur politikkarum at tað er neyðugt at taka veðurlagsbroytingar í størri álvara enn áður og eg haldi avgjørt at tað eru nógvir politikkarar sum taka tann boðskapin til sín og lurta eftir hvat serfrøðingar siga um hetta.
Veðurlagsfrágreiðingin fyri 2019, sum varð løgd fram til ST-aðalfundin, er skrivað av 100 granskarum úr 36 londum og er grundað á úrslit frá 7.000 vísindaligum kanningum.
Tí ber illa til at síggja burtur frá hesum avbjóðingunum, sum liggja í veðurlagsbroytingunum. Greta Thunberg hevur megnað at varpa eitt ógvuliga kraftmikið ljós á júst hetta, sigur Bill Justinussen úr New York.