- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eini 1.000 fólk rudda Føroyar
Okkurt um 1000 føroyingar eru úti í náttúruni og rudda í góðveðrinum ídag. Tað metir Ása Jóhanna Pólsdóttir, sum er ein av høvuðssamskiparunum í "Rudda Føroyar" verkætlanini.
Rudda Føroyar er partur av einum altjóða ruddingardegi, sum fer fram samstundis í nógvum av heimsins londum. Í fjør ruddaðu útvið 18 milliónir fólk í tilsamans 157 londum.
Í fjør var eisini fyrsta árið, at Føroyar vóru við í hesum altjóða ruddingardegi, og tá ruddaðu føroyingar tilsamans 22 tons av burturkasti úr náttúruni.
Rudda Føroyar átakið hevur samskiparar á flestu støðum. Men til ber eisini at rudda í grannaløgum og aðrastaðni, hóast eingin samskipari er settur fyri júst tað økið.
Ása Jóhanna Pólsdóttir heitir tó á fólk um kortini at skráseta seg á heimasíðuni ruddaforoyar.fo, soleiðis at Rudda Føroyar átakið fær eitt so neyvt yvirlit sum tilber.
Eftir stóra ruddingardagin í dag fara fólk frá "Rudda Føroyar" átakinum at draga samanum og gera upp, hvussu nógv burturkast er ruddað úr føroysku náttúruni á hesum sinni.