- Tíðindi, mentan og ítróttur
Koyrdu alt ov skjótt og mistu koyrikortið
Koyrdu alt ov skjótt og mistu koyrikortið
Tveir bilførarar, sum koyrdu millum Fjarða í Eysturoynni seint seinnapartin í gjár, høvdu skund
10.08.2019 - 09:52
Bilførarnir høvdu so stóran skund, at teir mistu koyrikortið á staðnum. Tí politiið var eisini millum Fjarða seinnapartin í gjár.
Mátingar hjá politinum vísa. at annar koyrdi 136 kilometrar um tíman, hin koyrdi 142 km/t. Hámarksferðin er 80 km/t.
Ein maður gekk seg í nátt fastan á Háfjalli, sunnan fyri Klaksvík. Norðoya bjargingarfelag fekk mannin, sum er føroyingur, niður á slætt aftur.
Háfjall er sambært atlasinum 647 metrar høgt. Maðurin var næstan komin upp á tindin, tá hann gekk seg fastan.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV