Stjórnarskifti væntað í Danmark

bannari
Stjórnarskifti væntað í Danmark
Lars Løkke Rasmussen og blái vongurin missa meirilutan í Fólkatinginum, og Mette Frederiksen á odda fyri reyða vonginum vinnur valið
 
05.06.2019 - 22:30

Eftirvalskanningin, ið DR gjørdi, tá valhølini lótu aftur í Danmark, vísti seg at vera rættiliga beinrakin. Kanningin spáddi reyða blokki 90 sessir, og nú 98,2% av atkvøðunum eru tald upp, hava hesi fingið 91 fólkatingssessir.

Blái blokkur við Vinstra á odda hava fingið 75 sessir, sum er júst tað sama, ið spátt varð. Vinstri fekk annars eitt gott val, tí tey hava fingið níggju sessir fleiri enn til valið í 2015.

Flokkurin hjá Mette Frederiksen, Socialdemokratarnir, fáa allarhest ein einkultan sess meira enn seinast. Men av tí at stuðulsflokkarnir hjá Vinstra hava havt eitt vánaligt val, er ikki grundarlag hjá Lars Løkke Rasmussen at vinna sær meirilutan.

Stóri taparin hesaferð gjørdust Danski Fólkaflokkurin, sum stendur til at missa 21 av teimum 37 sessunum tey hava havt seinastu fýra árini, umframt at Liberal Alliance eftir valið bara varðveitir fýra av teimum 13 sessunum frá seinast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. januar
Norðurljóð 27.januar 2025
186723
Mánadag 27. januar
Takk fyri dansin, Teitur
186918
Mánadag 27. januar
Góðan morgun Føroyar
186905
Mánadag 27. januar
Vetrarjazz 2025
186712
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749