- Tíðindi, mentan og ítróttur
Í dag eigur veljarin avgerðina
Í dag eigur veljarin avgerðina
Klokkan níggju lótu valhølini kring landið upp

Størsti valstaðurin, sum er í høllini á Hálsi í Havn, leggur botn í atkvøðukassarnar í morgun
Mynd: Uni Leitistein Hansen
05.06.2019 - 09:41
58 valstøð eru, og veljararnir eru 37.291 í tali.
Størsta valstaðið er í Havn, har 12.678 veljarar eru. Tað minsta er í Hattarvík. Har eru 11 veljarar skrásettir.
63 valevni eru.
Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin hava stillað 15 valevni upp hvør, Fólkaflokkurin og Tjóðveldi 13, Framsókn seks og Sjálvstýrið eitt.
Á fólkatingsvalinum 18.juni 2015 vóru 35.614 veljarar. 65,6 prosent teirra brúktu valrættin.
Tá var úrslitið klárt klokkan trý korter til ellivu valkvøldið.
Hesaferð eru 1.677 fleiri veljarar enn í 2015.
Valhølini eru opin til klokkan átta í kvøld ella so leingi, nakar vil velja.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV