Mistak at veðurlagspolitikkurin gjørdist almennur

Mistak at veðurlagspolitikkurin gjørdist almennur
Tað var eitt mistak, at uppskotið um veðurlagspolitikk gjørdist alment nú
Veðurlagspolitikkurin er ikki liðugur enn
 
20.05.2019 - 12:03

Uppskotið kom á onkra heimasíðu, men tað var ikki ætlanin, tí uppskotið er ikki liðugt enn, frættist úr Heilsu- og innlendismálaráðnum.

Um ársskiftið setti Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, ein arbeiðsbólk at gera uppskot um endurskoðaðan veðurlagspolitikk.

Arbeiðsbólkurin hevur nú gjørt eitt ávegis uppskot, sum er sent áhugapørtum til ummælis. Freistin at gera viðmerkingar um uppskotið er 31. mai.

Tá viðmerkingarnar hjá áhugapørtunum eru viðgjørdar, verður uppskotið latið landsstýriskvinnuni. Síðani verður endurskoðaði veðurlagspolitikkurin viðgjørdur politiskt.

Áhugapartarnir fyrst

Áhugapartarnir eru millum annað Vinnuhúsið, Reiðarafelagið, SEV, Ringrás, Náttúru- og umhvørvisfelagið og politisku ungdómsfeløgini.

Í ávegis uppskotinum um veðurlagspolitikk verður ásannað, at vit røkka ikki málinum í galdandi veðurlagspolitikki, sum kom í 2009.

Løgtingið samtykti einmælt í 2009, at Føroyar frá 2010 til 2020 skuldu minka útlátið í minsta lagi 20 prosent samanborið við útlátið, sum var í 2005.

Men nú er staðfest, at útlátið er níggju prosent størri enn tað var í 2005. Føroyar hava eisini bundið seg til at halda avtaluna um verðurlagspolitikk, sum varð gjørd í París í 2015.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946