Vatnorkan gagnnýtast betri

Vatnorkan gagnnýtast betri
SEV ætlar at víðka upplandið við Vatnsnesvatn í Hovsdali, so vatnorkan kann gagnnýtast meira
Mynd: Loftmynd: kortal.fo  
 
14.05.2019 - 10:16

SEV ætlar at víðka upplandið við Vatnsnesvatn í Hovsdali. Fyri at gagnnýta vatnorkuna meira, er kannað, um tað ber til at leiða meiri vatn í Vatnsnesvatn. 

Í hesum sambandi hevur SEV gjørt eina meting um, hvørji árin ætlanin kann fáa á umhvørvið, skrivar Umhvørvisstovan á heimasíðuni.

Støðukanningar gjørdar í fjør

Kanningarnar vísa, at tað ber til at leiða eitt øki norðanfyri og eitt øki sunnanfyri til Vatnsnesvatn, sigur Umhvørvisstovan.

Støðukanningar vórðu gjørdar av fugla-, plantu- og skordýralívi á økinum á sumri í fjør. Kanningarnar vístu, at fuglur, ið reiðraðist í økjunum, var vanligur heiðafuglur.

Eisini vístu kanningarnar, at plantur í økinum vóru vanligar. Skordýr vóru eisini vanlig, tó var eitt skordýraslag í øðrum økinum, ið ikki er vanligt at síggja.

Árinsmetingin almenn

Væntandi verða økini niðan fyri veitirnar turrari, og tí fara planturnar har væntandi at broytast til fleiri turrlendisplantur og færri vátlendisplantur. 

Eisini kann væntast, at skordýralívið verður tillagað, har meiri verður av graslendisklukkum og minni av vátlendisklukkum, sigur Umhvørvisstovan.

Árinsmetingin er almenn. Almenningurin, áhugafeløg og myndugleikar hava møguleika til at gera viðmerkingar til umhvørvisárinsmetingina. Hoyringarfreistin er týsdagin 11. juni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 22. november
Morgunlestur fríggjadagur 22.november 2024
183775
Hósdag 21. november
RagnarRokk 21.november 2024
182860
Hósdag 21. november
RagnarRokk: Mika Grönholm um Coming Home
182857
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979
Hósdag 21. november
Andaktin
183977