- Tíðindi, mentan og ítróttur
Avgjald á flogferðaseðlar
– Flogferðir eru ein vaksandi trupulleiki, tá ið ræður um veðurlagið. Trupulleikin er vaksin 50 prosent síðani 1990, og hann verður uppaftur størri, tá vit nærkast 2050.
Tað sigur formaðurin í veðurlagsráðnum, Peter Møllgaard, við DR . Hann skjýtur upp, at eitt CO2-avgjald verður lagt á flogferðaseðlar.
Vøksturin mettur til tvey prosentstig um árið
– Vit eiga at leggja avgjald á CO2, sum verður brent í atmosferuni, tá vit flúgva. Vit eiga at gjalda prisin, sum tað kostar at dálka við CO2, sigur Peter Møllgaard.
Altjóða loftferðslustovnurin IATA hevur mett, at flogferðslan í Evropa fer at vaksa tvey prosentstig um árið hetta til 2037.
Heldur henda forsøgnin, fara danskar floghavnir at avgreiða umleið 50 milliónir ferðafólk í 2037, og heldur gongdin fram, verður talan um 67 milliónir ferðafólk í 2050.
Skjóta upp eitt felags avgjald
Formaðurin í danska veðurlagsráðnum vísir á, at danskir politikarar hava aftrað seg við at viðgera henda spurningin, tí loftferðsla er eitt altjóða mál. Hann heldur, at byrjast kann á norðurlendskum ella evropeiskum stigi.
– Bæði Noreg og Svøríki er undan okkum, og Belgia og Holland hava skotið upp at hava eitt felags avgjald í ES. Danmark kann sum eina byrjan taka undir við hesum tiltøkum, sigur Peter Møllgaard.
Í evropeisku londunum, har avgjald er lagt á ferðaseðlar, er gjaldið millum 10 og 700 krónur. Tað veldst um, hvussu langur flogteinurin er.