- Tíðindi, mentan og ítróttur
10 FM finalur í sjónvarpinum
Tað er í dag, at føroyameistararnir í judo, borðtennis og badminton skulu finnast, og heili tíggju finalur verða at síggja beinleiðis í sjónvarpinum.
Judo, borðtennis og badminton hava sligið seg saman til ein felags kappingardag í høllini á Hálsi, og er hetta trettanda ferðin, at sersambondini royna hendan leistin, sum verður sendur beinleiðis í sjónvarpinum frá klokkan 13.
Einmansleikir og judo
Sjónvarpið vísir FM finalurnar í einmansleiki í badminton og borðtennis hjá bæði kvinnum og monnum og seks FM finalur í judo, tvær hjá kvinnum og fýra hjá monnum.
Fyrraparturin eru kappingarnar í tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki, og aftan á døgurða verða so einmansleikirnir á skránni.
Sendingin í sjónvarpinum byrjar klokkan 13.