Gomul føroysk skjøl almannakunngjørd

Gomul føroysk skjøl almannakunngjørd
Fyrsti parturin av stórari goymslu av søguligum føroyskum skjølum er almannakunngjørdur í dag
Danska ríkisskjalasavnið og føroyska landsskjalasavnið samstarva um at talgilda skjølini um Føroyar
Mynd: Savnsmynd  
 
25.04.2019 - 13:58

Talan er um føroysk skjøl úr Rigsarkivet, sum eru næstan 128.000 í tali. Almenningurin kann hyggja í skjalagoymsluna á heimasíðuni hjá Ríkisskjalasavninum, á www.sa.dk.

Skjølini fevna um skjøl frá Dansk Kancelli heilt aftur til 1583, umframt prestakalls-bøkur. Har er eisini eitt stórt skjalasavn frá Kongiliga Einahandlinum, og tann elsti parturin av skjølum frá Løgmálaráðnum, sum umsat føroysk mál frá 1849 til 1935.

Haraftrat koma fólkateljingar, deyðsattesir frá 1871 til 1971 og "Medicinalindberetninger” frá 1817 til 1944. 

Arbeiðið heldur fram alt árið

Ríkisskjalasavnið gjørdi eitt líknandi átak herfyri, tá øll kend skjøl viðvíkjandi Vestindisku oyggjunum vóru talgild og løgd á netið.

Tað var millum annað hetta, sum gav Magna Arge, fólkatingslimi, íblástur til at fáa eitt samstarv í lag millum danska ríkisskjalasavnið og føroyska landsskjalasavnið um at talgilda skjølini um Føroyar.

Skjalagoymslan, sum er almannakunngjørd í dag, er bara partur av tí samlaðu føroysku skjalagoymsluni. 

Arbeiðið, at avmynda føroysku skjølini á Ríkisskjalasavninum, heldur fram alt árið, og tá tað er liðugt, verður tað mesta av tilfarinum um Føroyar, sum liggur á Ríkisskjalasavninum, tókt at leita í á netinum, sigur Magni Arge, fólkatingslimur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369