- Tíðindi, mentan og ítróttur
Staðfestir avgerðina hjá friðingarmynduleikunum
Yvirfriðingarnevndin staðfestur avgerðini hjá lokalu friðingarmynduleikunum um alingina á Víkum á Vágoynni.
Nógv rumbul hevur verið um økið, tí laksaaling skal vera á Víkum. Føroya Náttúru og umhvørvisfelag kærdi avgerðina um at geva loyvi at ala á Víkum.
Friðingarnevndin fyri Vága sýslu umrøddi málið, men av tí at kæran snúði seg um aling á sjónum, valdi nevndin at leggja málið fyri yvirfriðingarnevndina, tí friðingarnevndin fyri Vága sýslu metti sítt virksemi bert at vera um friðing á landi, og ikki á sjónum.
Mest sum alt er longu friðað
Yvirfriðingarnevndin sigur í niðurstøðu sínari, at at kalla alt økið, ið biðið verður um at friða, er hagi, ið longu er friðaður.
"Overfredningsnævnet tiltræder derfor det lokale naturfredningsnævns vurdering av, at området allerede er beskyttet...." stendur í avgerðini.
Eisini sigur Yvirfriðingarnevndin, at økið, ið biðið verður um at fáa friðað er so stórt, at rættast er, at friðingarumbønin er ein partur av samlaðari og yvirskipaðari ætlan fyri alt landið, og vísir til nýggju Margfeldislógina, ið væntandi kemur í gildi 1. januar.
Yvirfriðingarnevndin staðfestir harvið avgerðina, ið lokala friðingarnevndin tók 28. september 2017.