- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kvinna hevur játtað seg seka
Kvinna hevur játtað seg seka
Eldurin í einum sethúsum í Havn seinnapartin í gjár var ásettur
11.04.2019 - 13:53
Eldurin í einum sethúsum undir Brúnni í Havn tíðliga seinnapartin í gjár var ásettur. Tað staðfesti løgreglan skjótt. Ein ung kvinna varð tikin á staðnum, og hon játtaði seg seka.
Familja hjá kvinnuni býr í húsunum, sum eru illa farin av eldi, royki og vatni, hóast eldurin varð skjótt sløktur, sambært Kanningardeildini hjá løgregluni.
Eitt annað fólk var í húsunum, tá eldur kom í á loftinum, men eingin fólkaskaði hendi. Løgreglan fer at avhoyra kvinnuna seinnapartin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV