- Tíðindi, mentan og ítróttur
Alarmurin var ikki virkin og róðursmaðurin durvaði
Tí sigldi trolbáturin Olga Maria á land undir Húsaeið í Kalsoynni um náttina 4. apríl i fjør. Sjóvinnustýrið hevur gjørt frágreiðing um óhappið.
Eingin mannskaði stóðst av óhappinum. Skipið fekk onkran smávegis skaða á lúnningina, og skrúvudýsan fekk eisini skaða. Skipið slapp sjálvt av aftur. Fýra mans vóru við Olgu Mariu.
Á skipasmiðju
Eftir at hava avreitt í Leirvík sigldi Olga Maria til Havnar, har skipið fór á beding. Tann, sum stýrdi, hevur greitt Sjóvinnustýrinum frá, at hann hevði arbeitt í hálvtannað samdøgur út i eitt, meðan teir fyltu skipið.
Hann var linur og helst durvaður, tí hann hevði ikki varnast, at skipið sigldi á land, fyrr enn tað stoytti móti klettinum.
Brúgvarvaktaralarmurin var ikki virkin, tá óhappið hendi. Hann eigur at boða frá, um tann, sum stendur við róðrið, til dømis durvar.