11 tiltøk til at avmarka plastdálking

11 tiltøk til at avmarka plastdálking
Pant, størri endurnýtsla og upplýsing eru trý av 11 tilmælum frá Umhvørvisstovuni, sum skulu avmarka plastdálkingina í náttúruni
Savnsmynd
 
23.03.2019 - 15:03

Pant fyri øll einnýtisíløt til leskidrykkir, størri endurnýtsla, upplýsing, kunngerð um graslíkisvøllir, speingileidningar og stuðul til havnir og skip, sum taka rusk úr sjónum.

Heilsu- og innlendismálaráðið hevur fingið 11 tilmæli frá Umhvørvisstovuni um at minka dálkandi plast í náttúruni.

Landsstýriskvinnan í umhvørvismálum, Sirið Stenberg, heitti í fjør á Umhvørvisstovuna um at koma við uppskotum um tiltøk til at avmarka dálking við plasti. 

Umhvørvisstovan mælir millum annað til at geva pengar fyri fleiri einnýtisíløt til leskidrykkir enn nú verður gjørt og at endurnýta plast nógv meira enn nú verður gjørt.

Kunngerðin má dagførast

Kunngerðin frá 1995 um burturkast eigur at verða endurskoðað. Og ein kunngerð skal gerast um graslíkisvøllir, tí í teimum er nógv mikroplast.

Umhvørvisstovan mælir eisini til upplýsa um plast og dálking, eitt nú í skúlum, og leggja avgjald á beriposar úr plasti.

Tilmæli er um at seta forboð fyri høglskálum, borðbúnaði úr plasti og smyrsli við mikroplasti.

Mælt verður til at stuðul verður latin havnum og skipum, sum taka rusk úr sjónum. 

Og tiltøk eiga at forða fyri, at leivdir av spreingileidningum fara í náttúrna ella á sjógv.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982