- Tíðindi, mentan og ítróttur
Funnin í øllum góðum
Maðurin, sum varð eftirlýstur beint eftir døgurða í dag, er funnin og komin afturíaftur í øllum góðum. Tað boðaði løgreglan frá fyri løtu síðani.
Leiting varð sett í verk á døgurða í dag. Tríggir smærri bjargingarbátar, Vædderen og Brimil og bjargingartyrlan leitaðu eftir bátinum og manninum.
Video: Her kemur grótbáturin Siri á Havnina við bátinum (Upptøka: Jan Hammer Egholm)
Um trý tíðina kom grótbáturin Siri inn á Havnina við bátinum og manninum, sum løgreglan eftirlýsti beint eftir døgurða í dag, upplýsir MRCC Tórshavn.
Báturin var uppsteðgaður, og var rikin fyri vág og vind. Maðurin fekk ikki givið boð frá sær, og hevði hvørki neyðbluss ella rakettir umborð, sigur vakthavandi hjá MRCC.
Grótbáturin Siri fann bátin í øllum góðum við Glyvursnes, eftir at MRCC Tórshavn hevði heitt á skip og bátar um at hyggja eftir seksæringinum við manninum umborð.