Landssjúkrahúsið fær orku úr sjónum

Landssjúkrahúsið fær orku úr sjónum
Avlopsorkan í nýggja bygninginum á Landssjúkrahúsinum verður endurnýtt
 
12.03.2019 - 07:48

Til dømis verður avlopsorkan frá køliskipanini endunýtt í hitaskipanini. Og bygningurin fer at brúka sjóhita.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur svarað Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, sum spurdi um nýggja bygningin á Landssjúkrahúsinum.

Orkuskipanin í nýggja bygninginum kann í framtíðini eisini geva verandi bygningum á Landssjúkrahúsinum orku.  

Kári P. Højgaard spurdi eisini um reinsiverkið hjá Landssjúkrahúsinum.

Spillvatnið

Sirið Stenberg svarar, at fyri at fáa pláss fyri nýggja H-bygninginum, varð neyðugt at taka reinsiverkið hjá Landssjúkrahúsinum niður. 

Tað varð gjørt við loyvi frá Umhvørvisstovuni og Tórshavnar kommunu. 

Umhvørvisstovuni kravdi tó, at Landssjúkrahúsið framvegis reinsar spillvatnið.

Hetta er gjørt í umhvørvisgóðkenning, sum er galdandi frá 11. juli í fjør.

Enn er ikki greitt, um neyðugt verður at byggja eitt framkomið reinsiverk, sum reinsar spillvatnið fyri kemikalii, mótstøðuførar bakteriur og heilivágsleivdir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946