- Tíðindi, mentan og ítróttur
Koyrdu ov skjótt í Eysturoynni
Koyrdu ov skjótt í Eysturoynni
Fýra bilførarar fingu bót fyri at koyra ov skjótt, og tríggir bilførarar fingu bót fyri at tosa í fartelefon, tá løgreglan gjørdi kanningar í gjár.
10.03.2019 - 11:45
Í gjár var løgreglan í Eysturoynni og gjørdi ferðmátingar.
Fýra mans vórðu skrivaðir upp fyri koyra ov skjótt í bygdum øki við Gøtugjógv. Bilarnir koyrdu ímillum 71 og 76 kilometrar um tíman, har hámarksferðin er 50 kilometrar um tíman. Teir fáa allir bót fyri tað, og bótin er 2.500 krónur.
Trýfólk vórðu tikin fyri at tosa í fartelefon, og tey fáa eina bót sum er 1.000 krónur.
Løgreglan upplýsir, at tað vindur alsamt uppá seg, at fólk tosa í fartelefon, meðan tey koyra.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV