Freistin at bjóða uppá koyringina útsett

Freistin at bjóða uppá koyringina útsett
Størri dentur skal leggjast á grønar og varandi orkuloysnir, ætlar landsstýrismaðurin. Freistin, at bjóða uppá koyringina hjá Bygdaleiðum, er útsett
Freistin, at bjóða uppá koyringina hjá Bygdaleiðum næstu sjey árini, er útsett til 1. juni. Landsstýrismaðurin vil, at størri dentur skal leggjast á grønar og varandi loysnir
 
28.02.2019 - 12:19

Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, hevur í dag avgjørt at leggja uppskotið um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning fyri Løgtingið, soleiðis at raksturin av bygdaleiðum kann bjóðast út í eitt sjey ára skeið.

- Samstundis hevur landsstýrismaðurin biðið Strandfaraskip Landsins um at útseta freistina fyri at lata tilboð inn til 1. juni 2019. Hetta inniber, at eingi tilboð verða latin upp fríggjadagin 1. mars 2019, skrivar Samferðslumálaráðið.

Orsøkin til hetta er, at Landsstýrismaðurin heldur, at størri dentur skal leggjast á grønar og varandi orkuloysnir í útbjóðingartilfarinum. Ætlanin er, at brúka hesa tíðina til at tryggja meira umhvørvisvinarligar og grønar loysnir, sigur ráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946