- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mugu sannføra útlendingar
Fólk í ferðavinnuni í Føroyum hava í fleiri førum verið noydd til at sannføra útlendingar um, at tey eru vælkomin til Føroya sum ferðafólk síðsta vikuskiftið í apríl, hóast Visit Faroe Islands hevur boðið útlendingum til Føroya at rudda og gera annað viðlíkahaldsarbeiði síðsta vikuskiftið í apríl.
Hetta tulka nógv soleiðis, at onnur ferðafólk ikki eru vælkomin til Føroya hetta vikuskiftið. Men tað hevur ongantíð verið ætlanin við tiltakinum vikuskiftið eftir páskir.
Hetta fingu fólk eisini at vita á sølustevnuni Ferie for alle, sum var í Herning í Danmark, hóast Visit Faroe Islands ikki var har.
Níggju støð stongd fyri vanligum ferðafólki
Heimasíðan Standby.dk tosaði við fólk, sum umboða ferðavinnuna í Føroyum, og fekk at vita, at øll er vælkomin til Føroya síðsta vikuskiftið í apríl, eisini tey, sum ikki verða boðin til viðlíkahaldsdagar.
Sambært Útvarpinum 21. februar fáa hundrað útlendingar ókeypis uppihald í Føroyum síðsta vikuskiftið í apríl, um tey afturfyri vilja arbeiða á nøkrum ferðafólkastøðum. Visit Faroe Islands rindar gistingina og matin.
Níggju støð verða stongd fyri vanligum ferðafólki hetta vikuskiftið, millum annað Mykines, Gásadalur og Kirkjubøur.
Kunningarstovur og kommunur samskipa arbeiðið og gera av, hvar størstur tørvurin er á sjálvbodna arbeiðinum.