- Tíðindi, mentan og ítróttur
ICES: Ráðiligt at fiska tosk á landgrunninum næsta ár
Millumtjóða havrannsóknarstovnurin ICES heldur, at toskastovnurin á landgrunninum er so mikið væl fyri, at ráðiligt er at fiska av stovninum aftur næsta ár.
Seinastu tvey árini mælti ICES frá at fiska tosk á landgrunninum yvirhøvur, men í 2025 er tilmælið 2.848 tons.
Við hóskiligum fiskiskapi er væntandi, at stovnurin kemur upp um minstamarkið fyri gýtingarstovnin í 2026, sigur ICES.
Yvirlitstrolingarnar á Føroyabanka hava víst trekin um, at toskastovnurin er komin fyri seg aftur.
Í ár mælti ICES til at fiska 78 tons av toski á Bankanum, men næsta ár tilmælið meira enn seksfaldað, upp í 575 tons.
Hýsa og upsi
Tilmælið fyri hýsu er umleið tað sama sum í fjør. ICES mælir til at fiska 12.200 tons av hýsu á landgrunninum í 2025.
Í 2018 kom hýsustovnurin upp um markið, har serlig verjutiltøk eru neyðug, og hýsustovnurin hevur verið á miðalstigi síðani.
Ábendingar eru um, at árgangurin frá 2023 er yvir miðal, sigur ICES.
Størri tilgongd hevur verið av upsa seinastu árini, og ICES mælir til at fiska 24.281 tons av upsa næsta ár. Tað eru 58 prosent meira enn tilmælið í fjør.