Masturin tikin niður og økið "miljø"ruddað

Masturin tikin niður og økið "miljø"ruddað
Loran-C støðin á Eiði helt uppat fyri góðum trimum árum síðani
Loran-C masturin á Eiði.
 
25.02.2019 - 07:30

Loranmasturin á støðini á Eiði verður tikin niður, og økið verður ruddað, miljøruddað, sum tað stendur í uppritinum hjá Søfartsstyrelsen í Danmark, nú Føroyar skulu yvirtaka málsøkini sjóuppmerking og vitaverk.

Hesum fer Søfartsstyrelsen at síggja til.

Loran-C á Eiði varð stongd í 2015, tá avtalan millum Søfartsstyrelsen og det franske stýrið fyri virksemi á sjónum ikki varð longd.

Loran-C støðin á Eiði kom í 1959. Frá 2006 til 2015, tá hon læt aftur, fíggjaði Frakland hana.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946