- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vindurin argaði í gjár
Tað er vindurin og ikki full fólk, sum løgreglan hevur verið mest upptikin av hetta vikuskiftið. Av løgreglustøðini lata tey at, at tað hevur verið stak friðarligt. Hetta so at skilja, at sera nógv fólk hevur verið í býnum, men hesi hava ikki verið til nakran ampa hjá løgregluni.
Í onkrum føri hevur løgreglan vakt fólk og fingið tey heim, tí hesi vóru sovnað har tey stóðu, men annars er tað mest vind og ikki fólk, sum løgreglan hevur hoyrt til. Tí fleiri fráboðanir komu í gjár, tá vindurin var upp á tað mesta.
Í Havn fuku tunnur runt á vegnum, í Skálabotni hevði eitt neyst hug at fara í luftina og nakrar takplátur har høvdu rivið seg leysar, í Klaksvík argaði nógvi vindurin takið og úthangið á Badmintonhøllini og í Streymnesi fóru nakrir fiskakassar á flog. Men hóast fleiri fráboðani av hesum slagnum, er eingin skaðafráboðan komin enn.