Vitar verða føroyskir

Vitar verða føroyskir
Hóast yvirtøkan ikki er nevnd í samgonguskjalinum, hevur samgongan gjørt av at yvirtaka málsøkini sjóuppmerking og vitaverk
Vitin í Mykinesi skal yvirtakast.
 
22.02.2019 - 07:29

Hóast yvirtøkan ikki er nevnd í samgonguskjalinum, hevur samgongan gjørt av at yvirtaka málsøkini sjóuppmerking og vitaverk.

Yvirtøkan umfatar millum annað 26 vitar, sum verða riknir frá gomlu Loranstøðini á Eiði, sum eisini er við í yvirtøkuni. 

Harafturat eru tvey flótandi sjómerki.

Yvirtøkan kostar 4,5 mió. kr. um árið 

Landsstýrið yvirtekur tó ognir fyri okkurt um eina mió. kr.

Fýra ársverk

Harafturat koma tænastubústaðirnir til starvsfólk á Eiði, á Borðuni og í Mykinesi, sum formliga ikki eru partur av yvirtøkuni.

Teir verða møguliga latnir føroyskum myndugleikum, um fíggjarnevndin hjá fólkatinginum góðtekur tað. 

At umsita vitaverkið krevur trý ársverk umframt tíggju vitapassarar, sum fáa samsýning, sum tilsamans svarar til eitt ársverk. 

Uppskotið um yvirtøkuna er sent til hoyringar. Hoyringarfreistin er stutt, hon er til týsdagin.

Yvirtøkan verður, sambært lógaruppskotinum, 1.januar 2020.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946