- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kunngerð gjørd um at útflyta tónleik

Nú kann stovan, sum skal útflyta tónleik, skjótt fara til verka.
Ein lóg um tónleikaútflutningsstovu kom beint fyri jól í fjør, og nú er uppskot um kunngerðina sent til hoyringar.
Hoyringarfreistin er til 4.mars.
Tónleikaútflutningsstovan skal, sambært uppskotinum um kungerð, marknaðarføra føroyskan tónleik uttanlands og veita ráðgeving um tónleikaútflutning.
Hon skal veita ráðgeving til útlendskar fyritøkur og tónleikarar, sum leita sær føroyskar samstarvspartar.
Og hon skal virka fyri at hækka førleikastigið í tónleikaútflutningi og tónleikavinnu í Føroyum.
Stýri við fýra fólkum
Eitt stýri skal standa fyri stovuni.
Landsstýrisfólkið í vinnumálum setur eitt fólk í stýrið og annars verður stýrið mannað eftir tilmæli frá Mentamálaráðnum, sum tilnevnir ein stýrislim, og frá tónleikavinnuni, sum tilnevnir tveir.
Stýrið setur síðani dagligan leiðara.
Skrivstovuhaldið hjá Tónleikaútflutningsstovuni verður hjá Vinnuframa.
800.000 kr. eru í Fíggjarlógini fyri 2019 til Tónleikaútflutningsstovuna. Ætlanin er at hækka hana upp í eina millión krónur næsta ár.