Grundstykkini klár í august

Grundstykkini klár í august
Arbeiðið, at gera nýggju grundøkini við Klingurstjørn á Argjum liðug, gongur væl
Í august kunnu tey, sum hava fingið tillutað grundstykki við Klingurstjørn á Argjum, sleppa framat og byggja á grundøkini
Mynd: Google Maps  
 
12.02.2019 - 08:38

Tórshavnar kommuna hevði í gjárkvøldið fund við tey, sum hava fingið tillutað grundøki í næstu útstykkingini við Klingurstjørn á Argjum.

Í løtuni verður útstykkjað. Tá arbeiðið er liðugt, verða tilsamans 93 grundøki við Klingurstjørn. Í seinnu útstykkingini eru 45 grundøki, 48 grundøki vóru í fyrru útlutanini.

Tórshavnar kommuna skrivaði í august undir sáttmála við Articon um at gera 45 nýggj grundøki við Klingurstjørn á Argjum. Arbeiðið gongur væl, sigur kommunan. Liðugt er at spreingja, og nú verður økið slættað.

Tá ið Tórshavnar kommuna fær lidnu útstykkingina handaða í august, skal Umhvørvisstovan matrikulera økið, og síðani sleppa nýggju eigararnir framat og kunnu fara undir at byggja.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109