- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trolarar seldir fyri góðar 600.000 krónur
Trolarar seldir fyri góðar 600.000 krónur
Smápartafelag Tan í Hoyvík hevur selt ísfiskatrolararnar Sardis og Topas til eitt felag í Tirana í Albania

Sardis.
05.02.2019 - 11:41
Smápartafelag Tan í Hoyvík hevur selt ísfiskatrolararnar Sardis og Topas til eitt felag í Tirana í Albania.
Trolararnir eru seldir fyri 82.000 evrur hvør, góðar 610.000 krónur hvør.
Sardis er bygdur í 1981 og Topas í 1980, báðir í Fraklandi.
Teir hava ligið leingi.
Samstundis hevur Sp/f Tan keypt tvey onnur skip frá feløgum, sum hava sama bústað í Hoyvik sum Tan hevur.
Hesi skip eru Varðborg, sum smápartafelagið 7.9.13 átti, og Thor, sum partafelagið Thor Fisheries átti.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV