- Tíðindi, mentan og ítróttur
Úr fimm upp í sjey ár krevur lógarbroyting
Nú rætturin at koyra buss fyri landið skal vara í sjey ár í staðin fyri fimm, er neyðugt at broyta lógina um fólka- og farmaflutning.
Uppskot um broytingina er sent til hoyringar.
Sum so ofta er hoyringarfreistin stutt, hon er til 5.februar á middegi.
Strandfaraskip landsins hava boðið út Bygdaleiðir.
Men hesa ferð skal sáttmálin galda í sjey ár og ikki fimm.
Gamla sáttmálaskeiðið vardi til apríl í fjør.
Síðani tá hava Strandfaraskip landsins arbeitt við nýggjum útbjóðingartilfari.
Stór avbjóðing
Sambært Samferðslumálaráðnum er ein stór avbjóðing at fáa útveitingartíðarskeiðið, aldur hjá bussum og veitarafíggingina at sampakka.
Bæði Strandfaraskip og vinnan vilja hava lógina broytta, so Bygdaleiðir kunnu veitast út í sjey ár í senn.
Verandi sáttmálar siga fimm ár, men við møguleika at leingja hann tvey ár.
Tí hevur ætlanin altíð verið at kunna leingja sáttmálan til sjey ár, sigur Samferðslumálaráðið, sum vil hava lógina um fólka- og farmaflutning broytta, so hon sigur sjey ár.
Freistin at lata inn tilboð um at vera við til at røkja og reka Bygdaleiðir næstu sjey árini er 1.mars.
Kunningarfundur um útboðið verður seinnapartin 5.februar í Smæruni í Havn.