- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tveir føroyingar eru 103 ára gamlir
Nýggjastu hagtølini í Føroyum eru frá 1. desember í fjør, og sambært teimum er elsta fólkið í Føroyum 103 ára gamal.
Og tað eru tvær kvinnur, sum eru 103 ára gamlar.
Eingin føroyingur er 102 ára gamal, tvær kvinnur og ein maður eru 101 ára gomul, og fýra kvinnur og ein maður eru 100 ára gomul, vísa hagtøl frá Hagstovu Føroya.
Ein íslendingur
Elsta fólk í Íslandi er nú Jensina Adrésadóttir á Hrafnistu í Reykjavík. Hon er 109 ára gomul.
Hon er eisini ein av fýra íslendingum, sum hava nátt so høgum aldri, sum 109 ár.
Jensina er fødd 10. november 1909 á Vestfirðum, og var tólvta av fimtan sytskjum.
Yvirlit yvir elstu fólk í heiminum
Elsta fólk í heiminum er í løtuni Kane Tanaka í Japan, og er fødd 2. januar í 1903, og er sostatt 116 ára gomul.