Næstan allar kommunur hava skrivað undir

Næstan allar kommunur hava skrivað undir
Nú er bara Klaksvíkar kommuna, sum ikki hevur skrivað undir avtalu við Fjølrit um at brúka tilfar í fólkaskúlaundirvísingini
Nú er bara ein kommuna eftir í Føroyum, sum ikki hevur skrivað undir avtalu við Fjølrit um at brúka fjølritað tilfar í fólkaskúlaundirvísingini
 
22.01.2019 - 13:07

Fjølrit skrivaði í síðstu viku undir avtalur við Tórshavnar og Tvøroyrar kommunur um nýtslu av vardum verkum, so kommunurnar nú lógliga kunnu avrita vard verk í undirvísingini.

Nú eru samráðingarnar við kommunurnar í Føroyum komnar so mikið væl á veg, at allar kommunurnar í landinum skjótt hava skrivað undir avtalur um at fjølrita undirvísingartilfar.

SÍ EISINI Skulu rinda fyri upphavsrættindi

- Tað er bara ein kommuna eftir, sum vit nú mangla at gera avtalu við, sigur Atli K. Petersen, formaður í stjórnini hjá Fjølriti, við útvarpið.

Tá avtalan við Klaksvíkar kommunu er gjørd og skrivað undir, kunnu allir fólkaskúlar í landinum lógliga avrita úr verkum og brúka tilfarið í fólkaskúlaundirvísingini.

Arbeiðið hevur verið drúgt

Arbeiðið, við at fáa allar kommunurnar í Føroyum at fáa viðurskiftini við Fjølrit í rættlag, hevur verið drúgt, tí avtalur skulu gerast við allar kommunur hvør sær, sigur formaðurin í stjórnini hjá Fjølriti.

Tað gongur ikki long tíð áðrenn Klaksvíkar kommuna eisini hevur skrivað undir við Fjølrit, so allir landsins fólkaskúlar lógliga kunnu brúka fjølritað tilfar í undirvísingini, væntar Atli K. Petersen.

Kommunurnar í Føroyum gjalda 200 krónur fyri hvønn fólkaskúlanæmingin. Gjaldið er fyri upphavsrætindi á tilfari, sum verður fjølritað og brúkt í føroyska fólkaskúlanum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. januar
Bolero - Tónleikur til veturin
186189
Sunnudag 12. januar
Guðstænasta í Vestmanna kirkju
186188
Leygardag 11. januar
Jambalaja - 110125
186171
Leygardag 11. januar
2. Upp á tá - 100125
186170
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. januar
Guðstænasta úr Vestmanna kirkju
186190
Leygardag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2025
186182
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081