- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri sigla við Smyrli
Fleiri sigla við Smyrli
Í 2018 sigldu tilsamans 266.000 ferðafólk við Smyrli, tað eru 16.000 fleiri enn árið fyri, vísa nýggjastu hagtølini hjá Strandferðsluni

18.01.2019 - 19:31
Eisini er framgongd á Fugloyar- og Svínoyarleiðini. Í fjør flutti Ritan meira enn 17.700 ferðafólk, - tað eru 2.200 fleiri enn árið fyri, meðan á Kalsoyarleiðini er talið nakað tað sama sum fyrraárið, góð 57.000 ferðafólk.
Men vøkstur er ikki á øllum oyggjaleiðum. Á Nólsoyarleiðini sigldu meira enn 96.000 ferðafólk við Ternuni í fjør, tað eru 4.600 ferðafólk færri enn árið fyri, - og við Mykinesleiðini vóru tilamans góð 19.700 ferðafólk, og tað eru umleið 1.000 ferðafólk færri, - og á Skúvoyarleiðini minkaði talið við meira enn 2.100 ferðafólkum niður í góð 3.100 ferðafólk í 2018.
Nýggjastu sendingar í ÚV

Hósdag 27. februar
«Mær kundi gjørst neyðugt at verða doyptur av tær, og so kemur tú til mín!»
188373
Nýggjastu sendingar í SV