- Tíðindi, mentan og ítróttur
Leitingin eftir horvna manninum steðgað
Leitingin eftir horvna manninum í Fugloy er steðgað.
Løgreglan skrivar, at leitað hevur verið á oynni við staðkendum og løgreglufólki við hundum. Harumframt hava tyrlan og Brimil leitað kring oynna.
Men einki hevur verið at frætt frá manninum, sum fór út til Fugloyar við tyrluni um middagsleitið fríggjadagin 11. januar. Hann skuldi inn aftur við Rituni seinnapartin.
Men veðrið var einki serligt fríggjadagin, og tí legði Ritan ikki at í Kirkju sum vanligt, men fór til Hattarvíkar í staðin. Eingin ferðamaður var at síggja, hvørki í Hattarvík ella Kirkju.
Tað fekk fólk at stúra, og løgreglan fekk boð.
Maðurin er 29 ára gamal og kom til Føroyar tann 10. januar. Hann tosaði hálvbrotið enskt og segði seg ætla sær ein túr í fjøllini. Maðurin hevði ein ryggsekk, men var annars ikki serliga væl ílatin.
Løgreglan heitir á fólk, sum hava sæð ella hoyrt nakað til ferðamannin, um at venda sær til politistøðina í Havn á tlf. 114 ella 351448.