- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hefti tulkað sum fongsul upp í fýra mánaðir
Tann, sum brýtur ásetingarnar um rúsdrekka í rúsdrekkalógini, kann fáa upp í fýra mánaða fongsulsrevsing, í ringasta føri upp í eitt ár.
Matstovulógin fevnir nú eisini um skeinkingarreglurnar, sum eru fluttar hagar úr rúsdrekkalógini.
Tí er neyðugt at broyta rúsdrekkalógina, so samsvar er millum báðar lógirnar.
Broytingar í rúsdrekkalógini, um innflutning og sølu, eru sendar til hoyringar.
Rúsdrekkalógin, sum er frá 1992, nevnir hefti sum revsing.
Hefti ikki til longur
Fongsul upp í fýra mánaðir er nú tað sama sum hefti, sum varð strikað sum revsing í 2010.
Revsingin kann, sambært lógini, herðast upp í fongsul í eitt ár, um lógarbrotið er framt tilvitað ella av grovum ósketni, ella um talan er um endurtakandi brot.
Og sambært lógini er heldur ikki neyðugt at fara í rættin við øllum málum.
Sambært rúsdrekkalógini kunnu lógarbrot verða viðgjørd sum politimál.
Tað merkir, at politiið kann avgreiða mál við sektaruppskoti og á tann hátt sleppa undan at fara í rættin við hvørjum einstøkum broti.