- Tíðindi, mentan og ítróttur
Revsilógin umsett men ikki broytt nevnivert
Arbeiðið at umseta revsilógina til føroyskt heldur fram.
Nú eru partarnir um brotsverk móti almennum myndugleikum, brotsverk móti almennum friði og skilhaldi, brotsverk í tænastu ella starvi hjá tí almenna, følsk frágreiðing og følsk ákæra og brotsverk viðvíkjandi gjaldsmiðlum og skjalafalsan sendir til hoyringar.
Løgmansskrivstovan sigur, at ætlanin við lógaruppskotinum er í høvuðsheitum at føroyska revsilógina umframt at gera onkrar smávegis dagføringar í lógini.
Í sambandi við, at revsilógin verður føroyskað, er ikki ætlanin, at føroyski teksturin innihaldsliga skal víkja frá danska tekstinum uttan í teimum førum, har føroysk viðurskifti hava gjørt, at onkrar ásetingar í danska tekstinum ikki eru tiknar við, sigur Løgmansskrivstovan.
Umseta og dagføra
Á heysti 2015 samtykti løgtingið at heita á landsstýrið um at dagføra og føroyska revsilógina.
Hetta verður gjørt í stigum.
Revsilógin er býtt í tveir partar, ein almennan part og ein serligan part.
Í almenna partinum eru reglur um treytirnar fyri at revsa.
Í serliga partinum eru nevnd tey vanligu álvarsligu brotsverkini.