- Tíðindi, mentan og ítróttur
Varðhaldsfongslaður fyri at brúka knív jólakvøld
Varðhaldsfongslaður fyri at brúka knív jólakvøld
Ein 46 ára gamal maður varð í grundlógaravhoyring í gjár varðhaldsfonglaður í 14 dagar, skuldsettur fyri grovan harðskap jólakvøld
27.12.2018 - 07:30
Ein 46 ára gamal maður varð í grundlógaravhoyring í gjár varðhaldsfonglaður í 14 dagar, skuldsettur fyri grovan harðskap jólakvøld.
Maðurin er skuldsettur fyri at geva einum øðrum manni eina skeinu í hálsin við einum felliknívi.
Hendingin var í túninum við eini hús í Eysturbýnum í Havn um midnáttarleitið jólakvøld.
Annars hendi einki ógvisligt annað jólakvøld, sambært politinum.
Ein maður varð tikin fyri at bróta politiviðtøkuna. Hann vildi ikki fara, tá politiið gav honum boð um tað.
Eftir at politiið hevði tosað við mannin, varð hann latin leysur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV