Novo grunnurin nýtt fokus

Novo grunnurin nýtt fokus
Nógv umrøddi Novo grunnurin flytir fokus og fer í størri mun at veita fíggjarligan stuðul uttanfyri Skandinavia.
 
27.12.2018 - 09:55

Novo grunnurin hevur verið nógv umrøddur her heima seinastu vikurnar, eftir at Heilsumálaráðið í fyrstu atløgu takkaði nei til eitt tilboð frá grunninum um at seta á stovn eina diabetesmiðstøð í Føroyum. Nú boðar stjórin í grunninum frá, at grunnurin komandi árini fer at brúka pening uppá flóttarfólkalegur í og uttanfyri Europa. Tað skrivar avísin Berlingske. Novo nordisk grunnurin er nógv størsti og ríkasti grunnurin í Danmark. Seinastu árini hevur grunnurin mest av øllum fíggjað gransking og heilsufremjandi tiltøkum.

 

2023

Tað er stóra flóttafólkastreymurin hesi seinastu árini, sum ger at grunnurin nú í nógv størri mun fer at brúka sín pening uppá serliga flóttafólkalegur. Bólgnandi grunnurin miðar eftir at kunna rinda umleið 5 milliardir krónur í stuðli um árið í 2023, sigur nýggi stjórin í grunninum Lars Rebien Sørensen, ið hevur verið ovasti stjóri í fyritøkuni Novo Nordisk í nógv ár. 

Hann væntar, at grunnurin í fyrstu atløgu fer at stuðla flóttafólkalegum við umleið 400 milliónum um árið. Hin stóri danski grunnurin, Lego Grunnurin, boðaði fyrr í ár frá, at hann fór at stuðla arbeiðnum fyri at betra um korini hjá flóttafólkum í Myanmar og Sýria við 100 mió. dollarum. Tað er umleið 655 mió. danska krónur. 
 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109