- Tíðindi, mentan og ítróttur
Minstakravið um 10.flokk er 15 næmingar
Tíggjundu flokkarnir í fólkaskúlanum skulu nú skipast í sjey samstarvseindir.
Ásett verður eitt minsta mark fyri næmingatali í samstarvseindunum. Hetta kravið er í minsta lagi 15 næmingar.
Sum skipanin er í dag, er einki minsta mark fyri, hvussu nógvir næmingar kunnu vera í einum 10.flokki.
Skúlar, sum hava 10.flokk, fáa pengar til ein heilan flokk sama, um ein ella 24 næmingar eru í flokkinum.
Í verandi skúlaári hevur minsti 10.flokkurin tveir næmingar.
Fimm 10.flokkar hava færri enn tíggju næmingar.
Flokkarnir í fólkaskúlanum til og við níggjunda flokk skulu hava tveir tímar færri um vikuna.
Tímarnir verða tó ikki tiknir úr fólkaskúlaskipanini, men brúktir til onnur undirvísingarlig endamál sum tvílæraraskipan og førleikamenning hjá lærarum.
Samfelagsfrøði kravd
Og samfelagsfrøði verður nú kravd lærugrein í sjeynda, áttanda og níggjunda flokki.
Broytingar eru á veg í fólkaskúlalógini. Tær skulu koma í gildi næsta skúlaár.
Uppskotið er úrslit av tvørpolitiskum arbeiði og aðalorðaskifti í løgtinginum í heyst, sigur Mentamálaráðið.
Sambært uppskotinum verður møguleikin fyri skúlasamstarvi millum kommunur víðkaður.
Ein minni skúli kann leggja saman við ein størri skúla, men minni skúlin verður tó varðveittur sum undirvísingarstað.
Uppskotið um broytingar í fólkaskúlalógini er til hoyringar til 23.januar.