- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin varskógving á nýggjárinum. Enn í nevnd
Tað gongst striltið hjá Fíggjarnevndini at avgreiða málið um varskógvaraskipan.
Nevndin bað um longda freist til 16.november, men enn er einki álit komið, hóast skipanin skuldi koma í gildi nú á nýggárinum.
Málið er gamalt. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, legði lógaruppskotið fram 21.august.
Fyrsta viðgerð var 10.september. Síðani hevur Fíggjarnevndin havt uppskotið.
Fyrst í hesum mánaðinum bað Kristina Háfoss Fíggjarnevndina broyta uppskotið, so lógin eisini umfatar kommunur og kommunal virki og stovnar.
Í uppskotinum skal eisini standa, at landsstýrisfólkið ásetir í kunngerð reglur um mannagongdina, tá kommunur, kommunal virki og stovnar nýta almennu varskógvarskipanina.