Sama skip meldað fyri larm tvær ferðir

Sama skip meldað fyri larm tvær ferðir
Skip, sum larmaði so illa í Runavík, at fólk ringdu til løgregluna, varð flutt til Ánirnar, men heldur ikki har, fekk skipið, sum larmaði, frið
 
26.12.2018 - 10:33

Jólini eru í hondum, men tað er ikki allastaðni, at jólafriður hevur verið, tí í gjár fekk løgreglan tvær fráboðanir um larm ella gang.

Fyrra fráboðanin kom klokkan 12 um eitt skip, sum larmaði í Runavík. Løgreglan tosaði við Runavíkar havn og skipið varð stutt eftir flutt norð til Ánirnar - men tað gekk ikki long tíð, so ringdu fólk eisini higani til løgregluna og kærdu sína neyð.

Men sum útgangsstøði er tað ikki nógv, løgreglan fær gjørt við mál av slíkum slagi. Tað eru mál millum kommununa og vinnuna.

Løgreglan handtók eisini ein bilførara fyri at koyra ávirkaður í Eysturoynni seinnapartin í gjár. Bilførarin var drukkin og hevur ikki koyrikort.

Og so var eisini eitt harðskapsmál í nátt. Tveir mans komu til ilnar í Havn og fóru til hendurs. Annar av teimum tók ein felliknív úr lummanum, sum bar við hálsin á hinum, men talan var ikki um álvarsligan skaða - hesin fekk bara eina lítla skeinu. Løgreglan hevur tó sett hann í varðhald og fer síðani at taka støðu til, hvat víðari hendir í málinum.

Um jólini hevur eisini verið sokallað rekkjukoyring í Vágum. Har arbeiðir løgreglan við einum máli um herverk, tí ein persónur tveitti eina sonevnda roykbumbu undir ein bil. Talan er um eina heimagjørda roykbumbu og løgreglan veit, hvør gjørdi og tveitti hesa, so tað málið koyrir eisini sína gongd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981