- Tíðindi, mentan og ítróttur
Royndi at smugla 13 gramm av hassji
Ein maður datt á sjógv í Vágsbotni í Havn í nátt. Maðurin kláraði sjálvur at koma uppaftur, verður sagt av løgreglustøðini í Havn í morgun, har tey annars siga frá, at fólk hava verið úti í gjárkvøldið og í nátt, men hesi hava sum heild ikki givið løgregluni stórvegis uppgávur. Eitt mál um herverk er noterað og verður kannað.
Tveir eldsbrunar vóru í Havn í gjár, á Bilrøkt og í eini íbúð undir Fjalli. Og so var eldur í eini garasju í Vági. Løgreglan hevur avhoyrt tvey fólk, tí eigarin av garasjuni heldur, at eldurin er ásettur. Umframt eldin, er okkurt stolið av staðnum og herverk er framt, sigur eigarin. Fólkini, sum eru undir illgruna og eru avhoyrd, vilja ikki tosa við løgregluna, sum hevur sent brunakøn fólk til Suðuroyar at kanna málið.
Á flogvøllinum steðgaði tollvaldi einum fólki, sum royndi at fáa hassj inn í landið. Hundurin har fekk ferilin av onkrum illgrunasomun, og tað vísti seg, at har vóru 13 gramm av hassji goymd í einum dunki í viðførinum hjá einum fólki.
Løgreglan var eisini boðsend til eini hús, har tvey fólk vóru komin til ilnar. Annað fólki hevði kastað trý gløs eftir hinum, sum fekk tað í høvdið. Tá gløs ella annað verður brúkt, er talan um tað, ið verður rópt grovur harðskapur, sum í revsirættarligum høpi er meira álvarsamt enn tað, sum bara verður bólkað sum vanligur harðskapur.
Og so var eisini eitt ferðsluóhapp í Kvívík, har eitt fólk royndi at sneiða undan einum seyði á vegnum, men endaði við at renna útav - fólkið har varð flutt á sjúkrahúsið til nærri kanningar.