Samgongan fingið meiriluta fyri fíggjarlógini

Samgongan fingið meiriluta fyri fíggjarlógini
Uppskotið um eykajáttan til skúladepilin í Marknagili bíðar eftir svarunum hjá Landsverki
Eykajáttanin bíðar eftir svari frá Landsverki.
 
11.12.2018 - 10:31

Samgongan hevur tryggjað sær meiriluta fyri uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2019.

Magni Laksafoss, sum er uttanflokkatingmaður, segði í Degi og Viku í gjárkvøldið, at hann hevur fingið pengar, 3,75 mió. kr., til Skótadepilin á Selatrað og samgongan tók undir við uppskoti hansara um, at bryggjaríini sleppa at selja sterkasta ølið, sum tey bryggja.

Sambært nógvu broytingunum, sum komu frá landsstýrinum fríggjadagin, eru nakrar, sum geva almannamálum fleiri pengar.

Hetta eigur at fáa Sonju Jógvansdóttur, uttanflokkatingkvinnu, at taka undir við uppskotinum um fíggjarlóg.

Tað er tó ikki eydnast okkum at fáa hetta váttað frá Sonju Jógvansdóttur. 

Ruth Vang, forkvinna í Fíggjarnevndini, sigur, at samgongan í nevndini fer at skriva álit um fíggjarlógina í dag og andstøðan í morgin. 

Skúladepilin 

Uppskotið um at geva skúladeplinum í Marknagili fleiri milliónir krónur í eykajáttan er enn í Fíggjarnevndini. 

Og har verður tað, til nevndin hevur fingið svarini frá Landsverki upp á teir 53 spurningarnar, sum Landsverk fekk frá Heðini Mortensen, landsstýrismanni, um verkætlanina at byggja skúladepilin í Marknagili.

Svarini koma væntandi í morgin.

Mikudagin í síðstu viku fekk Fíggjarnevndin málini um at broyta verklagslógina og sjálvt eykajáttanaruppskotið aftur, tá triðja viðgerð var, hóast tey vóru samtykt við aðru viðgerð.

Ósemja millum embætisfólkini í Fíggjarmálaráðnum og embætisfólkini í løgtinginum um, hvussu játtanarskipanin skal tulkast, gjørdi, at uppskotini endaðu aftur í Fíggjarnevndini.

Fíggjarmálaráðið skrivaði til løgtingið, tá uppskotini vóru komin úr nevnd, at pengar, sum longu eru brúktir, koma fram um pengar, sum skulu brúkast.

Við at hækka verklagslógina 28,4 milliónum og játta 14 milliónir í eykajáttan ætlaði Fíggjarnevndin at sleppa undan at játta tær 14 milliónirnar, sum Landsverk hevur brúkt í heimildarloysi og á tann hátt blástempla óheimilaðu meirnýtsluna.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981