- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú er álitið um bíligan streym á veg í tingið
Rættarnevndin hjá løgtinginum hevur biðið um at fáa freistina longda til í dag, 11. desember, at skriva álit um uppskotið hjá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, um bíligari streym til elbilar og hitapumpur.
Og álit er á veg.
Pauli Trond Petersen, tingmaður í Tjóðveldi, vildi annars hava málið atkvøtt aftur í tingsalin úr Rættarnevndini, hóast álit tá ikki var skrivað.
Men Kristin Michelsen, tingmaður í Javnaðarflokkinum og formaður í Rættarnevndini, mótmælti harðliga.
Uppskotið hjá Paula Trond Petersen fall.
Níggju atkvøður vóru fyri at fáa málið aftur úr Rættarnevndini, og 16 vóru ímóti. Stóru flokkarnir í samgonguni atkvøddu hvør móti øðrum.
Hetta var 5. desember.
4. desember bað Rættarnevndin um longda freist, tí møguliga skuldu fleiri innkallingar gerast.
Tær vóru tó ikki. Og í gjár avgjørdi nevndin at skriva álit um málið.
Málið er gamalt. Tað varð lagt fram 25. september. Rættarnevndin hevur havt tað síðani 23.oktober, tá fyrsta viðgerð var í tinginum.