- Tíðindi, mentan og ítróttur
Halda eitt vakið eyga við Huawei
Fregnartænastan hjá donsku verjuni heldur eitt vakið eyga við Huawei, ið er samstarvsfelagi hjá TDC í Danmark og samstarvsfelagi hjá Føroya Tele her heima.
Higartil hava bæði myndugleikar og leiðslurnar í TDC og Føroya Tele sagt, at Huawei, ið hevur tøtt bond til kinesisku stjórnina, ikki er nøkur hóttan móti trygdini í londunum.
Tætta samstarvið í sambandi við útbyggingar av einum 5G infrakervi ger tó, at fregnartænastan hjá donsku verjuni hevur kinesiska KT-risan á radaranum, sigur Lars Findsen, leiðari fyri fregnartænastuna við Jyllandspostin.
Tøttu bondini til kinesisku stjórnina hava havt við sær, at handilstiltøk eru sett í verk móti Huawei bæði í USA og í Onglandi. Fyrr hava eisini Australia, USA og Kanada sett Huawei á svartalista av ótta fyri, at kinesiski staturin ella aðrir aktørar kunnu brúka netverkið hjá Huawei til teldu-njósning.
Fyrr í vikuni var fíggjarstjórin hjá Huawei, Meng Wanzhou, handtikin í Kanada. Hon verður væntandi útflýggjað til amerikansku myndugleikarnar, ið hava illgruna um, at Huawei hevur selt útgerð til Iran í stríð við handilsforðingarnar, sum eru settar í verk móti Iran.
Meng Wanzhou er dóttir stovnaran av fyritøkuni, ið hevur tøtt bond til kinesisku stjórnina.